Hesir skulu bjarga Manchester United

Manchester United er í kreppu, men hjálp er á veg úr Chelsea og Bayern

Juan Mata og Dante eru sambært bretskum miðlum á veg til Manchester United. Juan Mata sleppur ikki upp í part í Chelsea, meðan Dante skal fáa skil upp á verjupartin hjá David Moyes og hansara monnum. Juan Mata vandi ikki við hinum í Chelsea í dag.

 

Manchester United er í síni størstu landskappingarkreppu síðani Premier League tók skap í 1991. Sir Alex Ferguson er ikki longur venjari, liðið liggur á sjeyda plássi og hevur ongan kjans at vinna Premier League – og vit eru bara komin til januar.

 

Nýggi venjarin, David Moyes, hevur verið fyri nógv atfinningum, men nú svara hann og felagið aftur. Bretskir miðlar skrivar, at navn nú er sett tveir av teimum, sum skulu bjarga felagnum úr kreppuni.

 

Talan er um Juan Mata og Dante. Serliga keypið av Juan Mata hevur fingið nógva umtalu. Hann spælir fyri ein beinleiðis kappingarneyta í Chelsea. Spurningurin er um Cheslea ikki sær Manchester United sum ein kappingarneyta longur? Ella um José Mourinho, venjari hjá Chelsea, ynskir at Manchester United skal taka stig frá eitt nú Arsenal og Manchester City, sum bæði hava dystir eftir móti Manchester United, meðan Chelsea hevur spælt báðar dystirnar móti Manchester United í hesum kappingarárinum?

 

Fleiri bløð skriva, at skiftið kann koma upp á pláss í vikuni, soleiðis at Juan Mata kann spæla móti Cardiff longu um vikuskiftið. Prísurin sigst liggja um 335 milliónir krónur. Um skiftið verður veruleiki, so er tað fyrstu ferð síðani 2003, at ein spælari skiftir beinliðis millum tey bæði feløgini. Seinast tað hendi, var tá Juan Sebastian Verón skifti frá Manchester United til Chelsea.

 

Gary Neville ikki glaður fyri Mata

 

Fyrrverandi Manchester United verjusspælarin, Gary Neville, sum í dag er viðmerkjari hjá sjónvarpsstøðini Sky Sports, metir ikki at Juan Mata er rætti maðurin.

 

-       Mín fyrsti spurningur er hvar skal Juan Mata spæla? Robin van Persie og Wayne Rooney eru í álopinum. Skal hann so spæla við vengrum, sum arbeiða inn í vøllin, spyr Gary Neville, tá hann og Jamie Carragher, fyrrverandi verjuspælari hjá Liverpool, tosaðu um Manchester United á Sky Sports mánakvøldið.

 

Jamie Carragher metir, at Juan Mata ikki er skjótur nokk til at spæla á vonginum. Og heldur tí, at hetta kann tykjast sum at framtíð hjá Wayne Rooney í felagnum er óviss, tá felagið er sinnað at gjalda so nógv fyri ein spæla, sum spælir best á plássinum hjá Wayne Rooney.


Gary Neville leggur afturat, at Juan Mata er ein frálíkur fótbóltsspælari, men metir sum heild ikki, at hann passar til Manchester United.

 

Dante – loysnin upp á verjuna

 

Verjan hjá Manchester United hevur í besta lagi verið hjálparleys hetta kappingarárið. Hevði David De Gea ikki spælt so væl, so hevði staðið verri til. Liðið hevur longu tapt sjey dystir í ár. Tað er tveir fleiri enn alt farna kappingarár.

 

Tá tað er sagt, so lat Manchester United eisini nógv mál ígjøgnum í fjør. Aftaná 22 dystir farna kappingarár hevði liðið latið 29 mál ígjøgnum – tvey fleiri enn hetta kappingarárið. Hinvegin, so hevði Manchester United skotið 20 mál fleiri. 56 í mun til 36 hetta kappingarárið.

 

Rio Ferdinand, Nemanja Vidic og Patrice Evra tykast allir hava toppað, meðan skiftandi spælarar hava spælt á høgra bakki. Tí hevur David Moyes verið eftir Dante, sum er brasilskur verjuspælari hjá Bayern Munchen.

 

Dante hevur verið partur av alt vinnandi Bayern Munchen liðnum, sum farna kappingarár vann Champions League, týsku landskappingina og steypakappingina. Dante er 30 ár og er tí ikki ein varandi loysn, men heldur ein spælari, sum kann koma inn og fáa skil upp á verjupartin í nærmastu framtíð.

 

Aðrar søgur

 

Wilfred Zaha, sum Manchester United keypti fyri einum ári síðan fyri áleið 150 milliónir krónur, er á veg til Cardiff. Talan er um ein leigusáttmála. Mett verður at nýggi venjarin hjá Cardiff, Ole Gunnar Solskjær, hevur gott samband við gamla felagið hjá sær, og at tað er ein av høvðusorsøkunum til, at tað veður júst Cardiff, sum fær møguleikan at leiga Zaha.

 

Bretskir miðlar skriva somuleiðis, at Real Madrid vil hava Wayne Rooney, sum í fleiri førum hevur verið á veg úr Manchester United. Real Madrid sigst vilja styrkja sær um álopspartin, og at tað skal verða ein av Sergio Aguero(Manchester City), Radamel Falcao(Monaco) og Wayne Rooney.

 

Nemanja Vidic skal sita yvir í tríggjar dystir fyri reyða kortið, sum hann fekk móti Chelsea. Manchester United kærdi annars reyða kortið, tí teir mettu ikki at taklingin á Eden Hazard var til reytt kort. Hetta hevur enska Fótbóltssambandið avvíst.


Manchester United í eldin í kvøld

Manchester United skal í kvøld spæla seinnu hálvfinaluna í Carling Cup móti Sunderland. Gestirnir úr Sunderland vunnu fyrru hálvfinaluna 2-1. Manchester City vann seg í gjár í finaluna við samanlagdnum 9-0 sigri á West Ham.