Hesir seta lív í Summar Festivalin

Danny & The Veetos, Páll Finnur Páll og Grandma’s Basement spæla á Summar Festivalinum. Tað kunnger festivalurin í dag. 

 


- Summar Festivalurin bjóðar í august stór altjóða tónleikanøvn og nógvar av teimum bestu føroysku bólkunum. Nú kunnger Summar Festivalurin tríggjar kendar tónleikabólkar, sum skulu verða við til at seta lív í festivalin. Bólkarnir Danny & The Veetos, Páll Finnur Páll og Grandma’s Basement vera allir við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august, boðar festivalurin frá. 

 


Danny & The Veetos vóru kosnir ársins tónleikabólkur á FMA-tiltakinum fyrr í ár, og teir eru kendir sum ein framúr góður live-bólkur. Eftir eitt sera hendingaríkt ár eru teir nú aftur til reiðar at spæla á Summar Festivalinum.

 

 

Grandma’s Basement hava verið afturvendandi gestir á Summar Festivalinum gjøgnum árini, og nú spæla teir fyri 10. ferð á Summar Festivalinum. Tað er ein heilt serlig løta, tá ið Grandma’s Basement fer á pallin í stóra tjaldinum og fær áhoyrarafjøldina at kóka.

 

 

Páll Finnur Páll hava fleiri ferðir spælt á Summar Festivalinum, men í fjør gjørdu veðurumstøðurnar, at teirra framførsla varð avlýst. Tí er einki meira natúrligt enn, at Páll Finnur Páll í ár koma aftur á Summar Festivalin at spæla.