Hesir selja flestar troyggjur

Nú er komið fram, hvørjir Premier League-leikarar selja flestar troyggjur

Áhugin fyri ensku Premier League røkkur langt út í heim. Bæði á okkara leiðum, men eisini so at siga í øllum heiminum. Ongin ivi er um, at Premier League er ein av heimsins sterkastu fótbólsdeildum, men eisini í søluni av troyggjum skilir Premier League seg úr mongdini. Sera nógvir fjepparar velja at keypa sær troyggjuna hjá yndis liðnum, har eitt leikaranavn eisini ofta er á rygginum.

 

Enska blaðið, The Independent, hevur nú kannað, hvørjir leikarar selja flestar troyggjur. Prosenttalið til høgru fyri leikaranavnið sigur, hvussu nógv prosent einstøku leikaranøvnini fylla av samlaðu troyggjusøluni.

 

1. Angel Di Maria, 9,59%
2. Alexis Sanchez, 3,80%
3. Diego Costa, 2,27%
4. David de Gea, 2,16%
5. Eden Hazard, 2,10%
6. Wayne Rooney, 2,10%
7. Radamel Falcao, 1,99%
8. Steven Gerrard, 1,76%
9. Sergio Agüero, 1,46%
10. Robin van Persie, 1,20%

 

Ofta verður tikið til, at Manchester United er tað liðið, ið hevur flestar fjepparar runt um knøttin. Hetta sæst eisini aftur í troyggjusøluni, tí at heili fimm av teimum 10 leikarunum eru United-leikarar.