Hesir hava avrikað best seinastu tríggjar mánaðirnar

Sambært hagtølunum, hevur danskur leikari verið millum heimsins bestu seinastu tríggjar mánaðirnar

CIES er fyritøka innan fótbólt, ið skrásetur øll møgulig sløg av hagtølum. Fyri stuttari tíð síðani kom CIES út við einari nýggjari greining, har fyritøkan hevði skrásett hvørjir leikarar í heimsfótbólti høvdu avrikað best seinastu tríggjar mánaðirnar.

 

Fyritøkan roknaði fram besta málverjan, besta miðverjan, besta vongbakkin, besta defensiva miðvallaran, besta box til box miðvallaran, besta vongspælaran og besta áleyparan.

 

Allar positiónirnar vóru roknaðar eftir einum frymli hjá CIES, sum hevði roknað fram til avrikini eftir nærlagni, framstigum, útbýting, kjansum tiknum, kjansum skaptum og skotum.

 

Og sambært fyritøkuni hevur ein danskari verið millum teir bestu í heiminum seinastu tríggjar mánaðirnar. Í øllum førum hevur danski Christian Eriksen skora hægst, tá tað kemur til positiónina sum box til box miðvallarleikari.

 

Aðrastaðni eru Lionel Messi og Cristiano Ronaldo annars sum væntað at síggja á fyrsta plássinum á teirra positiónum.

 

Tríggir teir bestu á øllum positiónum eru at finna niðanfyri her. Um onkur hevur áhugað fyri at síggja fullfíggjaða listan, kann hann síggjast her:

Málverjar:

1.     Hugo Lloris (Tottenham) 84,1 stig.

2.     Allison Becker (Roma) 83,8 stig.

3.     Alphonse Aréola (PSG) 83,7 stig.

 

Miðverjar:

1.     Kalidou Koulibaly (Napoli) 90,4 stig.

2.     Davinson Sanchez (Tottenham) 88,5 stig.

3.     Nicolás Otamendi (Man City) 88,1 stig.

 

Vongbakkar:

1.     Mario Rui (Napoli) 88,2 stig.

2.     Daniel Carvajal (Real Madrid) 86,6 stig.

3.     Kyle Walker (Man City) 85,8 stig.

 

Defensivir miðvallarar:

1.     Toni Kroos (Real Madrid) 92,8 stig.

2.     Mousa Dembelé (Tottenham) 89,0 stig.

3.     Ivan Rakitic (Barcelona) 88,0 stig.

 

Box til box miðvallarar:

1.     Christian Eriksen (Tottenham) 89,9 stig.

2.     Marek Hamsik (Napoli) 89,5 stig.

3.     Ilkay Gundogan (Man City) 86,9 stig.

 

Vongspælarar:

1.     Lionel Messi (Barcelona) 93,7 stig.

2.     Mohammed Salah (Liverpool) 89,9 stig.

3.     Hakan Calhanoglu (AC Milan) 88,8 stig.

 

Áleyparar:

1.     Cristiano Ronaldo (Real Madrid) 90,8 stig.

2.     Gonzalo Higuain (Juventus) 87,4 stig.

3.     Harry Kane (Tottenham) 87,1 stig.