Tað verður fleirfaldi føroyameistarin í tvíspor, leyningurin Zacharias R Jakobsen, og hesturin, Sbarpur, sum skulu ríða fremst og bera flaggið tá ólavsøkan verður sett ólavsøkuaftan. Tað sigur Ríðingafelagið í dag.
Zacharias R. Jakobsen hevur riðið síðani hann var óviti og tá vóru fleiri ross í bygdini, og heima hjá honum høvdu tey eisini ross. Hann fór tó ikki at ríða kapp fyrr enn hann var 25 ár og sostatt hevur hann nú riðið kapp í einu 35 ár.
Hann er ikki í FM kappingini í ár, men hóast hann er farin um tey 60, útihýsir hann ikki at hann aftur verður at síggja á ríðibreytini . Zacharias R. Jakobsen er eisini í nevndini hjá Ríðisamband Føroya, har hann er næstformaður.
Orsøkin til at Zacharias R. Jakobsen ríður fremst í ólavsøkuskrúðgonguni er, at hann, og ryssan Ronja, vunnu FM í Tvíspor vaksin seinasta ár. Tí hevur Føroya Ríðingarfelag biðið hann um at vera flaggberari í ár. Hann fer tó ikki at ríða á Ronju á skrúðgonguni, men á einum hesti ið er nevndur Snarpur. Hetta er tí at Snarpur er róligari hestur og helst tolir larmin á vaglinum betri.
Snarpur er eitt vakurt 17 ára gamalt íslandsross, Zacharias R. Jakobsen hevur átt hann í 13 ár.
Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.
Teir ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.
Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr Havn eisini komnir uppí part hesa hátíðarløtu.
Annars verður kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag ólavsøkudag klokkan 15. Tað eru nógv fólk, sum hava tað sum fastan tátt at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak.