- Næsta summar fer aftur eitt lið av føroyingum at súkkla úr Danmark til París við tí endamáli at savna pening til til børn við krabbameini og familjur teirra. Í summar var fyrstu ferð,føroyingar mannaðu eitt Team Rynkeby og var við í hesum tiltaki, sum Rynkeby setti í verk fyri nøkrum árum síðani, og sum síðani hevur fingið alsamt størri undirtøku.
Í summar vóru 33 føroyskir súkklarar á liðnum, umframt hjálparfólk og tey sum fylgdu við, minnast, at tey høvdu eina strævna og baldruta ferð til París har regn og vindur varð teirra harðasta forðing á leiðini. Men næsta ár verður føroyska liðið sera vælmannað, tí tá fara heili 50 fólk á hjólhestin at toga seg alla ta longu leið til París.
Eftir reglunum skulu nakrir av súkklarunum hava verið við áður, so at ikki alt liðið skal byrja av nýggjum hvørja ferð og næsta ár verða einir 15-20 súkklarar við, sum eisini vóru við í summar. Men saman við hjálparfólki verður føroyska ferðalagið sostatt næstan tvær ferðir so stórt næsta summar, sum tað var í ár. Listin yvir súkklarar er ikki almannakunngjørdur enn, men ein á liðnum hevur latið okkum sloppið at kaga í sín lista.
Og teir 50 føroyingarnir, sum fara at súkkla til París næsta summar, eru hesir:
John Henrik Holm Tummas Joensen Jacqueline Benzon Dánjal Pauli Haraldsen Niels Mortensen Annika Tórbjarnardóttir Einar Vang Ásla Breyt Ejdesgaard Ragnar við Streym Hilbert Elisson Birna Mohr Joensen Kaj Leo Holm Johannesen Olga Kristina Hansen Fríðin Ziskason Birgit Helena Mohr Pól Huus Sólstein Beinta Malena Sørensen Sverri Mohr Edvinson Guðmundur Guðmundson Bára Akselsdóttir Haraldsen Herbert í Lon Anna Christiansen Niels Arge Galán Petur av Vollanum Johan Petur Michelsen Finn Danberg Per Kallsberg Gunnar Mohr Hákun Steingrímsson Tórvør Østerø Vang Rógvi Róin Johan Dahl Atli Sinonsen Súsan Tavsen Jan Gardar Magnus Magnussen Janus Gunnarsson Hanna Thorleifsson Eyðtór J. Joensen Leivur Holm Jansy Gaardlykke Jonhard Joensen Beinta Henriksen Gunnvá Guttesen Elmar Ósá Hans Vang Magni Dybczak Heini R. Djurhuus Tróndur Arge Áki G. Olsen |