Hesir eru tilnevndir til ársins venjari

Tveir gull-venjararnir eru millum teir tríggjar, sum eru tilnevndir

Fríggjadagin 2. november klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. 

 

Tað eru venjarar, liðskiparar, tíðindsfólk og viðmekrjarar, ið atkvøða. Nú er greitt hvør er tilnevndur til ársins venjari hjá monnum.

 

Ársins venjari:

Heimir Guðjónsson, HB

Jákup á Borg, B36

Sámal Erik Hentzen, NSÍ

 

Fótbóltsgalla 2018 verður í Reinsaríinum í Havn, og verður sent beinleiðis á FM1 fríggjakvøldið klokkan 20.

Les eisini: Tilnevningar til ársins málverja

 

 

Les eisini: Tilnevningar til ársins verjuspælari

 

 

Les eisini: Tilnevningar til ársins miðvallari

 

 

Les eisini : Tilnevningar til ársins áleypari