Í annaðkvøld klokkan 19 verður “Ársins Spælari 2017” tiltakið hjá Rás2, Miðlahúsinum og Fótbóltssambandinum í Reinsarínum. Nú eru atkvøðurnar taldar saman og greitt er hvør er tilnevndur í teimum ymisku bólkunum. Eitt yvirlit sæst í Vikuskiftis-Sosialinum, sum er komin á gøturnar í dag.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Í bólkinum “Ársins venjari” eru seks mannfólk tilnevndir. Teir eru:
Ársins venjari hjá kvinnum:
Alexander Jovevic (KÍ)
Allan Dybczak (HB)
Erik E. Nielsen (EB/Str/Skála)
Ársins venjari hjá monnum:
Anders Gerber (NSÍ)
Heðin Askham (EB/Streymur)
Sámal Erik Hentze (Víkingur)
Tiltakið verður beinleiðis á Rás2 frá klokkan 19 í annaðkvøld.










