Tað kann tykjast trupult at finna fram til bestu loysnina, um tú skalt keypa tær ein robotdustsúgvara. Tí tað er sjálvandi vandi fyri, at dustsúgvarin ikki kann nøkta tín tørv og at peningurin sostatt er farin til spillis. Men nú hevur danska brúkararáðið Tænk gjørt eina kanning av robotdustsúgvarum.
Robotdustsúgvararnir vórðu kannaðir fyri teirra evnir til at dustsúgva framvið kantum og í hornum, at dustsúgva støv, molar og hár av hørðum gólvum, gólvteppum og frá sprekkum. Dustsúgvararnir eru eisini kannaðir útfrá teirra evnum at navigera, teirra brúkaravinarligheit, hvussu nógv teir larma og hvussu nógva orku teir brúka.
Tænk skrivar, at tey bestu merkini til robotdustsúgvara eru Dyson, iRobot, Kobold, LG, Miele, Neato, Philips, Samsung og Vileda.