Hesir eru størstu profilarnir hjá Kosovo

Tað eru serliga tríggir leikarar, ið skara burturúr hjá Kosovo

Í annaðkvøld spælir føroyska landsliðið annan dystin í Nations League kappingini, tá Føroyar á útivølli spæla ímóti Kosovo. Tá lutakastið til Nations League kappingina var fyrr í ár, var Kosovo trekt úr niðasta seedingslagnum til bólkin hjá Føroyum.

 

Men í veruleikanum liggur styrkin hjá Kosovo væl omanfyri at verða seedað í niðasta bólkinum. Orsøkin til, at Kosovo varð seedað so lágt er, at Kosovo er eitt lutfalsliga nýtt land í altjóða fótbólti, og tí ikki hevur líka nógvar dystir á baki, sum fleiri av hinum.

 

Í hópinum hjá Kosovo er tað bert ein leikari, ið spælir í heimligu deildini, meðan restin av leikarunum spæla í størri europeiskum deildum. Tí hava vit her hugt eftir trimum teimum størstu profilunum hjá Kosovo til dystin í morgin.

 

Teir tríggir eru hesir:

Bersant Celina (Swansea) í Onglandi. Offensivur miðvallari/Kantur. Føddur í Kosovo, men flutti til Noregs sum tvey ára gamal. Kom til Strømgodset tá hann var 11 ár. Var sum 16 ára gamal seldur til Manchester City í Onglandi, og hevur síðani verið útleigaður til Twente í Hollandi og Ipswich í Onglandi. Hevur spælt fyri øll ungdómslandsliðini hjá Noregi. Kom á máltalvuna seinast, tá Føroyar og Kosovo spældu.

 

Arber Zeneli (Heerenveen) í Hollandi. Vongspælari. Føddur í Svøríki, og hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í Elfsborg í Svøríki. Varð sum 19 ára gamal seldur til Heerenveen í Hollandi, har hann hevur spælt síðani. Hevur spælt á øllum teimum yngru landsliðunum hjá Svøríki, og var millum annað við á svenska U21 landsliðnum, sum í 2015 vann EM fyri U21 landslið.

 

Amir Rrahmani (Dinamo Zagreb) í Kroatia. Miðverji og stýrimaður í verjuni hjá Kosovo. Stýrimaðurin í verjuni hjá Kosovo hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í heimlandinum, Kosovo, men flutti tíðliga til Albania at spæla. Spældi í Albania í tvey ár, áðrenn hann skifti til Split í Kroatia. Har var hann síðani seldur til stórfelagið, Dinamo Zagreb, har hann spælir nú. Er 24 ára gamal.