Hesir eru spentir til brakið í kvøld

Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum KÍ og NSÍ. Dysturin verður í Klaksvík, og liðini møtast so aftur um nakrar vikur í Runavík. Samlaði vinnarin fer í steypafinaluna, har mótstøðuliðið verður Víkingur ella Skála.

Byggifelagið Kanjon legði hesa myndina á Facebook í morgun og skrivar, at hesir eru spentir til dystin í Klaksvík í kvøld.

Myndin er av fimm spælarum, sum verða við í dystinum í kvøld, og er tikin á Biskopstorgi, har Kanjon er við í byggingini av íbúðum.

Spælararnir eru frá vinstru: Ísak Simonsen (KÍ), Páll Klettskarð (KÍ), Jens Joensen (NSÍ), Sørmundur Kalsø (KÍ) og Jákup Andreassen (KÍ). 


(Mynd: Sp/F Kanjon)