Eftir ein sera drúgvan dag í rættinum, skal dómarin taka støðu til tvey viðurskifti.
• breyt KÍ sáttmálan, tá felagið segði Tony Paris úr starvi 15. mai 2007
• um so er, hvussu stórt skal endurgjaldið verða
Við í síni umhugsan skal dómarin kortini eisini taka onnur viðurskifti so sum kann S/pf KÍ siga venjaranum upp, tá felagið ongan sáttmála hevði við Tony Paris.
Eisini skal støða takast til, um Tony Paris kann stevna KÍ fyri brot á ein sáttmála, sum felagið ikki hevur við venjaran.
Tað er einki at ivast í, at málið er sera torskilt, og í flestu førum stendur pástandur móti pástandi, meðan fleiri av framløgdu dokumetnunum eru opin fyri tulking.
Men út frá krøvum hjá saksøkjara og saksøkta ber til at seta nøkur dømi um ein dóm upp.
Saksøkjarin krevur:
1) 260.000 dollarar + 35.000 krónur + sakarmálskostnað
2) 220.000 dollarar + 35.000 krónur + sakarmálskostnað
Saksøkti krevur:
1) frídøming
2) 19.500 dollarar ella 39.000 dollarar
Upphæddirnar koma soleiðis fram:
1) Full løn fyri alt sáttmálaskeiðið fram til oktober 2009 = 260.000 dollarar.
2) Løn fram til fyrst møguligu uppsøgn (1. januar 2008 við 6 mðr. freist) = 170.000 dollarar + 50.000 dollarar í bót
Í báðum førum eru tær 35.000 krónurnar vantandi húsaleiga.
Hjá saksøkta koma upphæddirnar fram við ávikavist 3X6.500 dollarar og 6X6.500 dollarar, sum var parturin hjá Ítróttafelagnum KÍ í sáttmálanum.
Dómarin kann so døma út frá einum meðaltali, meðan tann seinasti møguleikin sjálvandi er frídøming.
Dómurin fellur einaferð eftir høgtíðina.