Lionel Messi og Kylian Mbappe hjá Paris Saint Germain, og Karim Benzema hjá Real Madrid eru í uppskoti til at gerast ársins leikari hjá monnum hjá FIFA.
FIFA skrivar, at góðu avrikini hjá Messi og Mbappe í HM-endaspælinum fyri finaluliðini, Argentina og Frakland og teirra góðu avrik fyri PSG liggja til grund fyri, at teir eru í uppskoti.
Karim Benzema gjørdist toppskjútti bæði í Champions League og í La Liga, og tí er hann í uppskoti.
The Best virðislønirnar hjá FIFA vera handaðar síðst í hesum mánaðinum.