Mohamed Salah, Liverpool
Aldur: 25
Land: Egyptaland
Pláss: Høgri vongur
Dystir: 32
Mál: 30
David Silva, Manchester City
Aldur: 32
Land: Spania
Pláss: Miðvallari
Dystir: 27
Mál: 8
Kevin de Bruyne, Manchester City
Aldur: 26
Land: Belgia
Pláss: Miðvallari
Dystir 33
Mál: 7
Leroy Sane, Manchester City
Aldur: 22
Land: Týskland
Pláss: Vinstri vongur
Dystir: 28
Mál: 9
David de Gea, Manchester United
Aldur: 27
Land: Spania
Pláss: Málverji
Dystir: 33
Harry Kane, Tottenham Hotspur
Aldur: 24
Land: Ongland
Pláss: Áleypari
Dystir: 32
Mál: 25
Hóast hann verður 25 ár í summar, er Harry Kane eisini í uppskoti sum ársins ungi spælari. Reglurnar siga, at fyri at kunna vera í uppskoti sum ársins unga spælari, skal man vera 23 ár ella yngri, tá kappingarárið fer í gongd. Harry Kane var 24 ár tá. Men enska fótbóltssambandið, FA, hevur gjørt av, at Kane sleppur at vera við av tí at hann var 23 ár, tá farna kappingarár endaði. Eisini Leroy Sane er í uppskoti til báðar prísirnar. Hetta er tó minni løgið, av tí at hann bert er 22 ár.
Hinir spælararnir ið eru í uppskoti, eru Ederson, Raheem Sterling, Marcus Rashford og Ryan Sessegnon.
Eisini her hevur City tríggjar leikarar í uppskoti, United ein og Tottenham ein. Tó hevur Liverpool ongan.
Merkisvert er, at Ryan Sessegnon er í uppskoti, hóast hann bert er 17 ára gamal, og spælir við Fulham í Championship, ið er næstbesta deildin í Onglandi.