Hesir eru ársins venjarar

Venjarafelag Føroya hevur í dag valt ársins venjarar hjá monnum og kvinnum

Venjarafelag Føroya hevur í dag fund, har ársins venjarar hjá kvinnum og monnum verða valdir. Umframt tað, so verða ársins ungdómsvenjari og ársins eldsál eisini vald.

 

Hjá monnum er B36 venjarin, Sámal Erik Hentze valdur sum ársins venjari. B36 og Sámal Erik hava tikið tey flestu á bóli í ár, við at vinna FM heitið, hóast fá høvdu teir sum favorittar undan kappingini.

 

Hjá kvinnum er KÍ venjarin, Aleksandar Djordjevic valdur sum ársins venjari. KÍ kvinnurnar hava í ár vunnið greipuna, og harafturat hava teir sett heimsmet, við at hava vunnið meistaraheitið 15 ár á rað.

 

Ársins ungdómsvenjari í ár er fyrrverandi B71 legendan, Eli Hentze. Umframt at vera U-15 landsliðsvenjari, er Eli eisini venjari hjá yngri liðum hjá barndómsfelagnum, B71.

 

Og ársins eldsál er B36’arin, Jacob Thomsen, sum í ár hevur vant besta kvinnuliðið hjá B36.

 

Seinni í kvøld koma video upptøkur og ljóðbandasamrøður frá tiltakinum hjá venjarafelagnum, at liggja úti á in.fo. Tað er Heri Simonsen, ið hevur verið og tikið upp.