Teir tríggir eru allir samdir um, at orsøkin til, at teir eru so nógv í tinginum, er, at teimum dámar arbeiðið so øgiliga væl.
- Eg trívist væl í tinginum og í tingarbeiðnum sum heild, og at mann møtir til arbeiðis er nakað, eg havi verið vanur við at alt mítt arbeiðslív, sigur Tórbjørn Jacobsen, tingmaður, sum sjálvur triði hevur møtt til hvønn fund í tingsetuni.
Karsten Hansen tekur undir við Tórbirni Jacobsen og greiðir frá, at tað er ein spurningur um hugburð.
- Eg fari á tingfund, tá tað er tingfundur, tí tað er mítt arbeiði. Við hvørt stendur mann undrandi, tá fólk spyrja, hvat annað mann ger. Millum manna er tað næstan vorðið til, at tingarbeiðið er vinstrahondsarbeiði, og mann skal gera okkurt annað eisini, sigur Karsten Hansen.
Alfred Olsen kundi ikki verið meiri samdur við hinar báðar.
- Eg gleði meg at koma til arbeiðis hvønn dag, og eg haldi øgiliga lítið um, at summi næstan ikki hava tíð at vera í tinginum. Tey hava boðið seg fram, og tá tað berst frá, eru eykamenn eisini, sum kunnu taka stólin. Tí haldi eg ikki, at tað er nøkur orsøk til at nakar stólur í tinginum stendur tómur, sigur Alfred Olsen, sum sambært honum sjálvum, bara hevur verið ein dag burtur úr tinginum seinastu 11 árini.
Heilsan nakað at siga
Men teir eru eisini allir tríggir samdir um, at heilsan hjá fólki hevur ein avgerandi leiklut.
- Eg havi verið øgiliga heppin at hava eina góða heilsu, greiðir Alfred Olsen frá.
- Sjálvandi kann sjúka gera, at fólk ikki fáa møtt, men eg haldi uppmøtingin er ein spurningur um hugburð, sigur Karsten Hansen.
Tórbjørn Jacobsen tekur undir við teimum báðum, men hann heldur ikki, at tannlæknar og annað eru nakað mann fær orðna teir fleiri enn 260 dagarnar, tá ongin tingfundur er.
- Eg hevði einaferð lungnabruna umborð, men eg kundi ikki lata stýrimannin ganga vakt alt døgnið, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum heldur tað vera ein sjálvfylgju, at mann møtir upp til arbeiðis.
Einasta lógarsmiðjan
Hóast Tórbjørn Jacobsen ikki heldur, at uppmøting neyðturviliga merkir, at ein tingmaður er dugnaligur, so heldur hann at teir hava ein skyldu at møta í tinginum.
- Hetta er einasta lógarsmiðja í landinum, og tí haldi eg at mann kann møta upp, teir fáu dagarnar, smiðjan er opin, sigur Tórbjørn Jacobsen.