Hesir ellivu byrja hjá HB

Klokkan 19:00 spælir HB fyrra undankappingardystin í Champions League móti Lincoln FC á Gibraltar.

Vit frætta úr HB leguni at liðið er sett og at hesir ellivu byrja á vøllinum.

 

Í málinum byrjar, sum so ofta áður, Teitur Matras Gestsson.

 

Í verjuni er René Joensen komin inn á høgra bakk, fyri Jógvan Róa Davidsen, ið er gliðin út. Hinir tríggir í verjuni eru Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm og Alex José dos Santos. Jóhan Troest Davidsen og Rógvi Holm spæla í miðverjuni, meðan Alex José dos Santos spælir á vinstra bakki.

 

Mitt á miðvøllinum hevur HB venjarin valt tríggjar mans. Teir tríggir eru Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal og Tróndur Jensen. Hetta er fyrstu ferð í nærum ein mánað, at Tróndur Jensen byrjar inni á HB liðnum.

 

Í síðunum spæla teir báðir, Levi Hanssen og Kristin Mouritsen. Sum skilst spælir Levi í høgru síðu, meðan Kristin spælir í vinstru síðu.

 

Fremsti maður hjá HB er nýggi áleyparin, Jóan Símun Edmundsson. 

 

HB 4-3-3:

Teitur M. Gestsson - René Joensen, Rógvi Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal - Levi Hanssen, Kristin R. Mouritsen, Jóan Símun Edmundsson.