Hesir dystir vera í kvøld

Í kvøld eru aftur áttandapartsfinalur á skránni í HM. Hesir dystir vera leiktir.

Klokkan 17:00 spæla Frakland og Nigera fyrru áttandapartsfinaluna, ið verður í dag. 

 

Frakland vann sín bólk, har liðið fekk 7 stig í trimum dystum. Serliga í fyrsta dystinum móti Sveis, var franska avrikið sannførandi.

 

Nigeria endaði nummar 2 í sínum bólki aftanfyri Argentina. Í dystinum móti Argentina, fekk Nigeria tó víst, at teir kunnu geva einum og hvørjum liðið mótstøðu.

 

Seinni dysturin er klokkan 21:00 og hann verður millum Týskland og Algeria.

 

Hóast Týskland er mettur sum stórur favorittur áðrenn dystin í kvøld, vísti Algeria í dystinum móti Suður Korea, at liðið hevur dygdir. Serliga Sofiane Feghouli, ið leikar fyri spanska felagið Valencia hevur verið eyðsýndur higartil undir HM endaspælinum.