Hesir dystir eru í kvøld

(HM 2014) Í kvøld eru seinastu áttandapartsfinalurnar á skránni.

Klokkan 17:00 spæla Argentina og Sveis.

Lítil ivi man vera um, at Argentina er stórur favorittur til dystin í kvøld. Hóast spælið hjá Argentina ikki hevur verið so sannførandi í bólkaspælinum, fór Argentina tó víðari við fullum stigatali. Serliga FC Barcelona leikarin Lionel Messi hevur verið eyðsýndur og er hann toppskjútti á argentinska liðnum við 4 málum.

 

Seinasta áttandapartsfinalan er í kvøld klokkan 21:00. Tá spæla Belgia og USA. 

Belgia hevur higartil livað upp til vónirnar, sum eitt av teimum mest spennandi liðunum til HM endaspælið. Belgia fór víðari úr bólki H við fullum stigatali.

 

USA er tó eitt lið, ið er trupult at vinna á. USA hevur bert tapt ein dyst higartil í HM endaspælinum og hann taptu teir tepurt 1-0 móti Týsklandi.

 

Argentina-Sveis klokkan 17:00


Belgia-USA klokkan 21:00