8. og 9. juni skulu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel kappast í Final Four í Champions League í Lanxess høllini í Köln.
Evropeiska hondbóltssambandið hevur sett dómararnar til teir fýra dystirnar.
Tað vera portugiskisku brøðurnir, Daniel & Roberto Martins Accoto sum skulu døma hálvfinaluna millum THW Kiel og Barcelona.
Fronsku tvíburasystrarnar, Julie og Charlotte Bonaventura skulu døma hina hálvfinaluna, ið verður millum Aalborg og SC Magdeburg.
Norðurmakedonska dómaraparið, Slave Nikolov og Gjorgji Nachevski skulu døma finaluna, og ungarska dómaraparið, Adam Biro & Oliver Kiss skulu døma bronsudystin.