Nú er greitt hvørjir dómarar skulu leiða dystirnar, tá ið seinasta og avgerandi umfar í Effodeildini verður spælt leygardagin.
Á Argjum, har Víkingur kann vinna sær sítt fyrsta FM, verður tað Dagfinn Forná, ið skal døma dystin ímillum AB og Víking. Afturat sær sum hjálpardómarar hevur hann Dan og Edvard Højgaard, meðan Johan Petur Michelsen verður 4. dómari.
Í Fuglafirði, har KÍ skal royna seg ímóti ÍF, verður tað ársins dómari seinastu nógvu árini, Lars Müller, ið skal leiða dystin. Vinjard Dam og Georg N. Rasmussen vera hjálpardómarar, meðan Rúni Gaardbo verður 4. dómari.