Hesir byrja ímóti Lettlandi

Ein broyting: Jónas Tór Næs byrjar inni

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum ímóti Lettlandi. Ein broyting er í hópinum í mun til seinasta dyst, tá Føroyar spældu javnleik 0-0 ímóti Ungarn. Jónas Tór Næs avloysir Bárður Hansen á høgra bakki.

 

Á middegi hevði føroyski hópurin seinasta fundin áðrenn dystin. Ein broyting er ímilum teir fyrstu ellivur hesaferð, ið mun til teir, sum byrjaði ímóti Ungarn fyri góðum mánaða síðani. Bárður Hansen hevur trupulleikar við økslini, og verður tí ikki við frá byrjan ímóti Lettlandi. Í staðin verður tað Jónas Tór Næs, sum byrjar á høgra bakki.

 

Føroyska liðið byrjar soleiðis: Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.

 

Á miðvøllinum verða Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Rene Shaki Joensen. Fremsti miðvallarin verður Brandur Hendriksson Olsen, meðan Jóan Símun Edmundsson verður í álopinum.

 

Teir, ið byrja á beinkinum eru hesir: Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi Baldvinsson, Bárður J. Hansen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen og Páll Klettskarð.

 

HM-undankappingardysturin millum Lettland og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45, føroyska tíð, Tað er klokkan 21:45 lokala tíð. Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður spældur á Skonto Stadion í Riga.