Hesir byrja inni í dag

U21 landsliðið er sett til dystin í dag. Tríggir profilar eru ikki við

Hallur Hansson, Gilli Sørensen og Sonni Ragnar Nattestad eru ikki á U21 landsliðnum hesaferð. Teir byrjaðu allir inni á A-landsliðnum sunnukvøldið móti Finnlandi. Tað merkir millum annað, at Bogi Reinert-Petersen verður í miðverjuni, meðan pláss er fyri Heðini Hansen á vonginum.

 

Les eisini: U21 landsliðið setir punktum

 

Føroyska U21-landsliðið til dystin móti Montenegro á Svangaskarði í dag klokkan 17 sær soleiðis út:

 

4-2-3-1:

Teitur M. Gestsson(HB) – Bárður Hansen(Víkingur), Hørður Askham(B36), Bogi Reinert-Petersen(ÍF), Ári M. Jónsson(Silkeborg, DK) – Tróndur Jensen(HB), Brandur H. Olsen(FCK, DK) – Árni Frederiksberg(NSÍ), Ari Ellingsgaard(ÍF), Heðin Hansen(Víkingur) – Gunnar Zachariasen(EB/Streymur)

 

Rás2 sigur beinlieðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 17. Frásøgnin byrjar eftir tíðindini klokkan 17.