Hesir byrja inni hjá U21

Longu nú er kunngjørt, hvørjir teir fyrstu 11 verða.

Klokkan 18 er EM-undankappingardystur á Tórsvølli. Føroyska U21-landsliðið tekur ímóti Finnlandi.

 

Í gjár varð grein løgd út, har in.fo spáddi, hvørjir teir 11 byrjandi leikararnir til dagsins dyst fóru at verða.

 

Les eisini: Ivast í tveimum plássum

 

Og hendan metingin rakti so snórabeint, tí at teir fyrstu 11 eru júst teir, ið væntaðust at byrjaðu inni. 

 

FSF hevur kunngjørt á Facebook-síðu síni, hvørjir leikarar byrja inni.

 

Teir 11 eru hesir:

Elias Rasmussen 

Leivur Joensen 

Andrias H. Eriksen 

Teitur J. Olsen 

Gestur B. Dam 

Jóannes Bjartalíð 

Hákun Edmundsson 

Jonas Gejel Hansen 

Patrik Johannesen 

Teit Jacobsen 

Jákup L. Thomsen