Hesir byrja inni hjá NSÍ í dag

NSÍ skal í dag spæla móti FC Differdange 03 úr Luksembourg í Europa League. Kári Reynheim hevur sett liðið, sum skal takast við samanlagda liðið úr Luksembourg, sum í fjør endaði á einum fjórða plássi.

 

Teir ellivu, ið byrja inni eru:

 

Kristian Joensen – Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Pál M. Joensen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Magnus Olsen, Óli Arge, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

 

Á bonkinum verða, Pætur Høj, Andrias á Líknagøtu, Bjarki Danielsen, Ari Ellingsgaard, Debes Danielsen og Helgi L. Petersen.

 

Debes Danielsen hevur ein snudd, meðan Helgi L. Petersen ikki er klárur vegna sjúku,

 

Dysturin á Stade de La Frontière í Esch móti FC Differdange 03 byrjar kl 17.30