Rúni Nolsøe, venjari hjá EB/Streymi, hevur sett liðið til dystin í kvøld. Portalurin kundi fyrr í dag avdúka, at Arnbjørn Hansen byrjar inni.
Dánjal Davidsen loysir leikbannaða Gert Hansen av á høgra bakki, meðan Rene Tórgarð er aftur í málinum, eftir at Andras Gango stóð í mál fyri hann í Andorra. Annars líkist liðið nógv tí liðnum, sum vit til dagligt síggja í Effo-deildini.
Fyrri dysturin millum liðini í Andorra endaði við 2-2 javnleiki, eftir at EB/Streymur fekk ein mann útvístan við støðuni 2-0 til Lusitans, umframt at heimaliðið fekk brotsspark. Vit málum frá Arnbirni Hansen og Levi Hanssen megnaði EB/Streymur at koma upp á 2-2. Sostatt hava sundalagsmenn eitt gott útgangsstøði undan dystinum á Tórsvølli í kvøld.
Liðið hjá EB/Streymi í kvøld:
Rene Tórgarð Dánjal Davidsen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Arnar Dam, Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen.
Dysturin millum EB/Streym og FC Lusitans verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.00. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.