Hesir byrja inni

Einasta ivamálið hevur verið Christian Lamhauge Holst, men hann byrjar eisini inni í dystinum, sum byrjar klokkan fimm.

 

Jákup Mikkelsen verður í málinum. Gunnar Nielsen hevur troðka á fyri at fáa plássið millum stengurnar, men tað verður royndi klaksvíkingurin sum fær afturval.

Verjan verður mannað við Egil á Bø og Atla Gregersen í miðverjuni og Jónas Þór Næs og Jóhan Troest Davidsen í borðunum báðum.

Miðvøllurin verður somuleiðis júst tann sami sum seinast. Sentralt vera teir tríggir Atli Danielsen, Súni Olsen og Fróði Benjaminsen, meðan Bogi Løkin verður í høgra borði og Símun Samuelsen í vinstra.

Fremstur verður Christian Lamhauge Holst. Hann hevur verið ivasamur, men hevur meldað seg tøkan.

 

Tað vil siga, at føroyska liðið sær soleiðis út:

Jákup Mikkelsen - Jónas Þór Næs, Egil á Bø, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen ? Bogi Løkin, Atli Danielsen, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen ? Christian Lamhauge Holst.