Hesir bera orð og myndir kring landið

Kappróðrarárið 2002 er liðugt. FM vinnararnir eru funnin, steyp og heiðursmerki eru handað og býtt kring landið, og bátarnir eru drignir í neystini, har teir fara at standa til eina ferð í vár.
Áhugin fyri kappróðrinum er stórur, og tað fjølmiðlarnir gera støðugt meiri fyri at siga frá og lýsa umstøðurnar á róðrarplássunum, í feløgunum og millum rógvararnar.
Útvarp Føroya hevur verið fastur fúsur, síðani tað fór at senda í 1957. Eins og í nógv flestu FM kappingunum síðsta stóra mansaldurin, so var tað á ólavsøku Jógvan Arge, sum segði frá.
Sjónvarpið ger eitt sindur við at senda frá kappróðri. Teir fáa upptøkur frá øllum róðrunum, og tey eru fleiri, sum halda, at tað hevði verið fínt tilfar, um SvF sendi róðrarnar í fullari longd. Eisini hóast talan ikki hevði verið um beinleiðis sending.
Róðrarsambandið skipar fyri upptøku av róðrunum. Tað er Rúni Persson, sum er nevndarlimur í Havnar Róðrarfelag, sum er upptøkumaður. Higartil hevur bara úrslitið av tí, sum Rúni hevur tikið upp, verið at sæð. Men her síggja vit hann røkja uppgávuna, sum hann nýtir ein stóran part av frítíðini í vikuskiftinum til, meðan kappróðrarárið er í hæddini.