Hesir átta byrja inni

Lars Olsen hevur kunngjørt átta nøvn, sum byrja inni í morgin móti Rumenia

Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur kunngjørt átta av teimum ellivu spælarunum, ið byrja inni í morgin móti Rumenia. Talan er um teir somu átta, sum byrjaðu inni móti Grikkalandi – minus Hall Hansson, Fróða Benjaminsen og Jónas Tór Næs.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

Sostatt vil Lars Olsen kunngera átta nøvn. Tey eru Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen, Viljormur Davidsen, Christian L. Holst, Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

 

Les eisini: Lars svaraði aftur til speiskar viðmerkingar

 

Dysturin ímillum Rumenia og Føroyar verður á Ilie Oana Stadion í Ploiesti sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð.