Brioche burgararnir, sum seinastu tvey árini hava verið at fingið úr knallreyða burgarabilinum á ymsu festivalunum og í Havn, verða ikki aftur at fáa í summar.
Sostatt mugu tey, ið ynskja sær ein góðan burgara, leita sær aðrastaðni fyri nøkta sín burgaratørv - í øllum førum fyribils.
Jákup Sumberg, sum eigur Brioche popup, fer 1. mars í starv sum køksleiðari á matstovuni á nýggja Hilton Garden Inn, sum eftir ætlan letur upp í summar.
Við in.fo sigur Jákup Sumberg, at hetta merkir, at Brioche popup verður fyribils lagt á køl, nú hann fer í holt við at evna nýggja matskrá til og hugsavna seg um nýggja starvið.
Hóast Brioche popup ikki verður at síggja í summar, so fer kortini at bera til at keypa ein burgara, ið Jákup Sumberg hevur evnað til, tí eftir ætlan fer hann at hava ein burgara á matskránni hjá nýggju matstovuni í Hilton Garden Inn.