Hesin veðrur í Vági vigaði 126 pund

Tveir vetur gamli veðrurin hjá Trygva Kjærbo í Vági er eitt gott boð upp á Føroya størsta veðr, tí krovið vigaði 126 pund. Áðrenn hann varð flettur vigaði hann livandi 238 pund.

Tveir vetur gamli veðrurin hjá Trygva Kjærbo í Vági er eitt gott boð upp á Føroya størsta veðr, tí krovið vigaði 126 pund. Áðrenn hann varð flettur vigaði hann livandi 238 pund.

 

Tað var nú um dagarnar, at vit á in.fo heittu á fólk um at senda okkum myndir og upplýsingar um Føroya størsta veðr.

 

Tað eru bygdir, har menn í størsta álvara kappast um at hava størsta veðr, og tað frættist javnan um veðrar, su,m eru oman fyri 100 pund.

 

Vit frætta fegin, og hevur tú ein veðr, sum liggur um 100 pund ella omanfyri, vilja vit ógvuliga fegin hava mynd av veðrinum, antin sum livandi ella sum krov.

 

Lat okkum eisini vita, um talan er um ársgamlan veðr, tveir vetrar ella trý vetrar gamlan veðr.

 

Haldið tykkum ikki aftur, men sendið myndina til post@sosialurin.fo