Í dag verður nógv gjørt burtur úr fyrstu mánalendingini fyri júst 50 árum síðani. Tey flestu munnu vita, at Neil Armstrong var fyrsti maður á mánanum, og alt fleiri vita eisini, at Buzz Aldrin var næstur í røðini.
Samanlagt hava 12 menn gingið á mánanum. Seinasta mánalendingin var í desember 1972, og seinastu maður á mánanum var Gene Cernan. Hann var leiðari á Apollo 17 ferðini.
##med2##
Upprunaliga skulu Gene Cernan vera við á Apollo 16, men hann vildi heldur bíða, so hann kundi vera leiðari á Apollo 17 ferðini. Og hann var heppin, tí Apollo 17 gjørdist seinasta mánaferðin.
Gene Cernan var úr Chicago. Foreldrini vóru av slovakiskari og kekkiskari ætt. Sagt verður um Gene Cernan, at hann var tann best talandi av øllum monnunum, sum gingu á mánanum, og hann skal hava sagt, at hann kundi hugsað sær at verið yrkjari. Cernan doyði 82 ára gamal í 2017.
##med3##

Hesin var seinasti maður á mánanum



