Hesin sleppur at brúka pengarnar í Newcastle

Premier League: Líkt er til, at tað verður ein fyrrverandi Arsenal venjari, ið skal venja Newcastle

Newcastle hevur fingið nýggjar eigarar og hevur klárt ríkasta baklandið í fótbóltsheiminum, eftir at royala familjan í Saudiarabia, umvegis eitt íleggjaragrunn, hevur keypt meirilutan í Newcastle.

 

Eftir ein dyst við róðrið undir nýggju leiðsluni, bleiv Steve Bruce koyrdur. Nú skriva bretskir miðlar sum Sky Sports, at Unai Emery verður nýggjur venjari. Hann er í dag venjari hjá Villarreal í Spania.

 

Hann er mest kendur fyri síni avbera góðu avrik í Europa League, sum hann hevur vunnið tríggjar ferðir við Sevilla og í summar við Villarreal. Hartil koma hann í finaluna við Arsenal, men tapti. Hann náddi bara at verða venjari hjá Arsenal í hálvt annað ár, so bleiv hann koyrdur.

 

Tí eru tað eisini røddir, sum halda at Unai Emery ikki er upplagda valið til Newcastle, sum í løtuni er í niðurflytingarvanda. Eitt annað boð er Eddie Howe, sum í átta ár var venjari hjá AFC Bournemouth.