NSÍ boðar í dag frá, at Jann Benjaminsen skiftir til norska triðjudeildarfelagið IL Hødd, sum á sinni hevði Rógva Jacobsen í hópinum. Frammanundan eru Gilli Rólantsson (Brann) og Ári M. Jónsson (Sandnes Ulf) í norskum fótbólti.
- Nú Jann Benjaminsen hevur tikið av møguleikanum at spæla fótbólt í Norra, har hann skal spæla við Hødd, so vilja vit í NSÍ takka Jann fyri tíðina í NSÍ. Jann hevur verið í felaginum síðan 2013, tað vil siga í 7 ár. Jann hevur spælt 105 dystir í bestu deildini, umframt steypakapping og 10 evropa leage dystir. NSÍ takkar Jann fyri tíðina í NSÍ, og vit ynskja Jann Benjaminsen bestu eydnu í Norra. Um longsulin til Føroyar gerst ov stórur, so ert tú altíð vælkomin heim aftur til NSÍ, skrivar heimasíðan hjá NSÍ.
NSÍ bleiv nummar tvey landskappingini í ár.











