Tá ið garvaði Xavi steðgaði í Barcelona í summar gjørdist greitt, at nýggjur liðskipari skuldi finnast í fótbóltsfelagnum, ið má metast sum heimsins besta fótbóltslið í løtuni.
Tað er ongin skelkur, at nýggi liðskiparin verður 31 ára gamli Andrés Iniesta. Sum 12 ára gamal kom Iniesta til felagið í 1996, og hevur hann umboðað besta lið felagsins síðani 2002. Iniesta hevur verið varaliðskipari í felagnum seinastu árini, og tí varð eisini væntað, at hann fór at verða nýggi maðurin, ið framyvir fær liðskiparabandið um armin.
Liðskipatilnevningin av Iniesta merkir, at Barcelona varðveitir sína sína siðvenju um, at tað fyrst og fremst eru leikarar, ið eru uppaldir í felagnum, sum verða valdir til liðskiparar. Áður hava lokalir Barcelona-leikarar sum Carles Puyol og Luis Enrique eisini verið oddamenn hjá sigursvanda, katalanska stórfelagnum.