Hesin skal lyfta Noreg fram um Føroyar aftur

Hann førdi Ísland til EM í Fraklandi í summar. Nú hevur hann fingið ábyrgd av at leiða Noreg til HM í Russlandi í 2018.

Lars Lagebäck er í morgun kunngjørdur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Noregi.

 

Hann er í løtuni kanska best kendur sum venjarin sum førdi Ísland til kvartfinaluna í EM-kappingina í Fraklandi í summar. Tað er tó ikki hansara einasta bragd sum landsliðsvenjari. Hann førdi eisini Svøríki til fimm endaspæl á rað (EM 2000, HM 2002, EM 2004, HM 2006 og EM 2008). Tað hevði eingin klárað áðrenn hann.

 

Síðani hann gavst sum landsliðsvenjari hjá Íslandi í summar, hevur hann verið ráðgevi hjá svenska fótbóltssambandinum og fótbóltsviðmerkjari í Viasat. 

 

Lars Lagerbäck hevur fyrr verið um boðið at gerast landsliðsvenjari hjá Noregi, bæði í 2009 og 2013. Hann hevur eisini verið væl umtóktur sum boð millum fótbóltsviðmerkjarar og aðrar venjarar.

 

Egil Drillo Olsen segði í fjør, at Lars Lagerbäck hevði verið eitt gott val, og at hansara stílur minti um sín egna. Hesum er Petter Myhre, fótbóltsviðmerkjari á norska TV2 samdur í.

- Hann borgar ikki fyri tí mest hyggjaravinarliga fótbóltinum, men Noreg er heldur ikki kent fyri at spæla hyggjaravinarligan fótbólt. Noreg er júst sum Ísland eitt verri lið enn hinar stóru fótbóltstjóðirnar og Lars Lagerbäck skilir, at slík lið mugu spæla upp á sínar avmarkingar, segði hann í heyst.

 

Per-Mathias Høgmo fekk fótin sum landsliðsvenjari í novembur í fjør, eftir at úrslitini hjá Noregi ikki heilt hava verið eftir vild.

 

Noreg liggur í løtuni tvey pláss aftan fyri Føroyar á styrkislistanum hjá FIFA.