Enn er einki kunngjørt, men tað tykist fyri vist at Magne Hoseth verður venjari í danska Superligafelagnum Lyngby. Danska felagið skal sambært bold.dk hava keypt 43 ára gamla norðmannin leysan úr sáttmálanum við KÍ.
Tummas Lervig, formaður í KÍ, hevur váttað at felagið er í samráðinum við útlendskt felag um venjaran, men hóast bold.dk sigur seg vitað at samráðingarnar eru komnar upp á pláss, so er einki kunngjørt enn.
Sum skilst, so hevur KÍ verið vitandi um at hendan støðan kundi íkoma. Tí stendur KÍ ikki á berum og hevur gjørt fyrireikandi arbeiði til at finna nýggjan venjara. Í gjár bleiv eitt navn sum Eirik Bakke nevndur. Tað hava portal.fo og Norðlýsið eisini nevnt.
Hann er fyrrverandi Premier League spælari og hevur nakað av royndum sum venjari. Hann er serliga kendur fyri tíðina í Leeds United, har hann spældi frá 1999 til 2006. Miðvallarin spældi eisini 27 landsdystir fyri Norra.
Eirik Bakke hevur verið venjari hjá fyrrverandi føroyingafelgnum, Sogndal, frá 2015 til 2021. Hann tók eisini við eitt skifti í Lillestørm í 2023.