Hesin sendi postkortið

Hetta er Alesssio úr Italia, sum í farnu viku sendi Dagstovninum í Hoyvík eitt postkort.

Hósdagin í síðstu viku fekk Dagstovnurin í Hoyvík eitt postkort úr Italia. Tað var frá 22 ára gamla Alessio, sum hevði sent tað úr Róm.

 

Hann ynskti børnunum eitt gott nýtt ár og rósti teimum annars fyri tað vakra land, tey eiga.

- Tit eiga tað vakrasta landið í heiminum, bergtakandi landslag, so góðu tit, varðveitið tað, skrivaði hann.

 

Í dagstovninum kendu tey einki til hendan Alessio, og sóknaðust tí eftir, um nakar annar mundi kenna hann.

 

www.in.fo/news-detail/dagstovnurin-fekk-heilsan-ur-italia/

 

Nú er Alessio so komin undan kavi. Eftir at greini stóð á in.fo, setti hann seg í samband við Miðlahúsið.

- Sum tit vita, so eiti eg Alessio og eri 22 ára gamal. Eg búgvi í Fondi, ein lítil býur sunnan fyri Lazio í Italia. Tað var eg, sum sendi postkortið.

 

Alesssio sigur, at hann lesur evnafrøði á universitetinum í Siena.

- Eg elski náttúruna og umvegis Google Earth ferðist eg um allan heimin so at siga. Eg hyggi eisini eftir nógvum ferðafrásøgnum á Youtube. Ein dagin, tá eg “surfaði” frá skotsku strondini, datt eg um nakrar oyggjar og fall fyri teimum, sigur hann.

 

- Eg havi sæð nógvar filmar úr Føroyum og mær dámar væl tykkara náttúru, landslag, djór, umhvørvi og so framvegis. Eg limaði meg inn í Facebookbólkin FORJITALIA, fyri at læra meiri um mentanina í landinum og soleiðis fann eg fram til hendan dagstovnin, greiðir Alessio frá.

 

- Eg havi ongantíð verið í Føroyum, men eg vóni, at eg kann koma at vitja, tá eg fái ein steðg frá lesnainum. Tá kundi eg hugsað mær at vitja á súklu og við einum tjaldi, sigur hann.

 

- Til ta tíð, ynski eg at senda hesa lítlu heilsanina og tøkkina fyri tær kenslur, eg upplivi, tá eg hugsi um Føroyar, sigur Alessio úr Italia.