Nú um dagarnar setti ein málningur hjá Paul Gauguin nýtt sølumet.
Litríki málningur, sum hevur heitið Nafea Faa Ipoipo? (Nær skalt tú giftast?), varð seldur fyri næstan 2,2 milliardir krónur, skrivar The New York Times. Málningurin var málaður í 1892.
Seljarin var Rudolf Staechlin, sum er listasavnari úr Sveis, og málningurin hevur staðið á savni í Basel. Ein ósemja millum eigaran og savnið gjørdi, at Staechlin setti málningin til sølu.
Tað ljóðar, at keyparin av málninginum er búsitandi í Qatar, men tað er ikki váttað.