Hesin maðurin skapti kaos í Danmark í morgun

Hesin vinarligi maðurin skapti ræðslu fyri yvirgangi í Keypmannahavn í morgun – hygg eftir samrøðu við hann her

 

Fyrrapartin eftirlýsti løgreglan í Keypmannahavn ein ungan mann, tí hann hevði borið seg undarliga at í einum S-toki. Ein kvinna hevði sæð hann lisið eina bók um yvirgang, og maðurin hevði eitt kuffert hjá sær, sum hann rótaði nervøsur í.

Hetta fekk kvinnuna at boða løgregluni frá tí, hon hevði upplivað.

Myndugleikarnir tóku fráboðanina í stórum álvara og eftirlýstu mannin beinanvegin. Stúrt var fyri, at maðurin ætlaði at fremja yvirgang, og donsku miðlarnir riðu á einari ”breaking news” bylgju allan fyrrapartin.

Men nú seinnapartin varð alt avblást, tí løgreglan hevði funnið fram til mannin, og hann var bara nervøsur, tí hann var á veg til eina próvtøku í yvirgangi.

Omanfyri ber til at síggja samrøðu, sum TV2 gjørdi við Asiliv Ceran í dag.