Manchester City hevur keypt 24 ára gamla Kevin De Bruyne frá týska Wolfsburg. Hann sær ikki út av so nógvum, men belgiski landsliðsspælarin hevur gjørt um seg í týsku landskappingini.
Í 2012 keypti Chelsea Kevin De Bruyne fyri áleið 70 milliónir. Í 2014 bleiv hann seldur aftur fyri nakað meir enn tað tvífalda. Farna kappingarár fekk Kevin De Bruyne sítt stóra gjøgnumbrot, tá hann skoraði 16 mál og legði upp til 27 mál.
Nú hevur Manchester City so keypt fyrrverandi Chelsea spælaran fyri áleið eina hálva milliard krónur. Hann er saman við Raheem Sterling, Fabian Delph og Nicolas Otamendi stóru keypini hjá Manchester City til hetta kappingarár.
Manchester City liggur í løtuni á odda í Premier League við fullum stigatali eftir fýra umfør.










