Danskir eiturkoppar eru ikki vandamiklir, men onkrir kunnu bíta – og onkrir kunnu bíta so fast, at bitið fer ígjøgnum húðina. Flestu bíta tó ikki so fast, og tað er vanliga ikki vandamikið at vera bitin av donskum eiturkoppi.
Eiturkoppar leypa vanliga ikki á fólk. Stendur tú á gólvinum á berum leistum og sær ein eiturkopp krúpa framvið, kanst tú saktans taka tað róligt, tí hann bítir teg neyvan í tærnar. Tað er meira, um tú nertir eiturkoppin, tekur hann upp í hondina – ella, um eiturkoppurin liggur kleimdur í klæðum, at hann kann finna upp á at bíta.
Í Danmark eru eini 500 sløg av ymiskum eiturkoppum, og hin størsti er húseiturkoppur (Tegenaria derkami), sum kann gerast uppí 10 sentimetrar stórur. Vit kunnu leggja aftrat, at stóri húseiturkoppurin eisini er funnin fleiri ferðir í Føroyum, sí longur niðri í greinini.
Men, hvussu kennist tað so at vera bitin av einum eiturkoppi? Ein vanligur húseiturkoppur kann bíta ígjøgnum húðina, soleiðis at tú følir ein sting. Vanliga bilar tað ikki fyri húðina, at tú verður bitin, og húðin verður hvørki reyð, hovin ella fer at skriða.
Eins og í Føroyum, koma nógv fremmand smákykt til Danmarkar, men kunnu útlendskir eiturkoppar yvirliva í Danmark? Tað kemur meira enn so fyri, at eitrandi eiturkoppar enda í Danmark, eitt nú við útlendskum bilum ella viðføri. Men, danir vita einki um, at hesir klára at yvirliva í donskum umvørvi.
Danska veðurlagið er helst ov ringt til, at hesir eiturkoppar kunnu liva uttandura. Haraftrat er inniluftin í donskum húsum ofta ov turr. Tískil hava danir ikki sæð vandamiklar eiturkoppar í landinum, tó at donsk ferðandi úr útlandinum javnan bera slíkar eiturkoppar heim við sær í viðførinum.
Jenskjeld@info veit á síni heimasíðu at siga, at stóri húseiturkoppurin regluliga er funnin í Føroyum, og Jens-Kjeld Jensen metir, at hann nú helst nørist í Tórshavn. Eiturkoppurin hoyrir heima í Europa, Miðasia og Norðurafrika, men hann breiðir seg alt meira út frá hesum økjunum.
- Hann kom til útnyrðingspartin og norðara part av Ameriku við fólki umleið ár 1900, og síðan tá er hann bara nørdur meira og meira, og er nú eisini at finna í Føroyum. Við eini beinvídd upp móti 10 sentimetrum og eini ferð á 0,53 metrum um sekundið er hann ein av skjótastu og fimastu eiturkoppunum í heiminum, veit Jens-Kjeld Jensen at siga.
Keldur: Bolius.dk og jenskjeld.info