Hesin heldur ikki fram í HB

Umframt Gunnar Haraldsen, so hevur ein annar eisini spælt sín seiansta dyst fyri HB

Talan er um er um føroyingin við brasilskum uppruna, Alex José dos Santos. Hann váttar fyri In.fo, at hann heldur ikki fram í HB.

 

Les eisini:Miðverji heldur ikki fram í HB

 

- Eg spæli ikki við HB komandi kappingarár. Eg eri glaður fyri tíðina í felagnum, men sáttmálin verður ikki longdur, sigur Alex José dos Santos, sum nú leitar sær eftir nýggjum felagi.

 

Fyrr í dag skrivaði In.fo, at Gunnar Haraldsen somuleiðis leitar eftir nýggjum felagi. At síggja til, so verður talan um fleiri broytingar í hópinum hjá HB til komandi kappingarár.