Sum væntað gekk tað illa í hond hjá EB/Streymi í undanfarna kappingarári, har felagsliðið úr Sundalagnum fór so syngjandi niður í næstbestu deildina og endaði langt aftast. Hetta var ikki óvæntað, tí at sum flestum kunnugt misti EB/Streymur óvanliga nógv fólk undan kappingarárinum 2015.
Tó hevur EB/Streymur megnað at varðveitt størsta partin av liðnum, sum hevur spælt í ár, tí at av nevnandi profilum er tað bara Niels Pauli Danielsen, sum ikki verður við í komandi kappingarári í mun til undanfarna. Niels Pauli umboðar KÍ í 2016.
Seinni í kvøld fer EB/Streymur at kunngera, at ein av heldur fáu profilunum, ið eru eftir í felagnum, heldur fram. Talan er um Leif Niclasen, sum altíð hevur spælt við EB/Streymi (í øllum førum í skrásettum vaksnamannafótbólti), og tað ger hann eisini í komandi kappingarári.
Sum skilst hevur Leif fingið tilboð frá øðrum feløgum, men kortini hevur hann valt at taka eitt tørn við barndómsfelagnum í næstbestu deildini.
Leif Niclasen skoraði sjey mál í 26 dystum fyri EB/Streym í 2015.










