Hesin heldur at lívið er at spæla við

Ein maður setti lívið í veð fyri at síggja betri í Vágsbotni í gjárkvøldið

Tað vóru fleiri túsund fólk í Vágsbotni í nátt í sambandi við tónleikatiltakið Voxbotn. Men tað var serliga ein maður, sum vakti serligan ans.

 

Tað vóru fleiri, sum hildu tað vera stuttligt at fara upp á húsatekjur í miðbýnum fyri at síggja betur og sostatt sótu fólk uppi á tekjuni á Sirkus, og á Tinghúsunum høvdu tveir mans eisini klintrað upp á takið eftir byggipallinum, sum stendur upp eftir húsinum í sambandi við umvælingararbeiðið.

 

Men so var tað eisini hann, sum var farin heilt upp á takið á Hotel Tórshavn. Hann var farin upp ígjøgnum brandtrappuna, heilt upp á takið og har setti hann seg púra skilaleyst á kantin við beininum dinglandi útav fyri at síggja betur.  

 

Løgreglan sigur, at vaktarhaldið á Voxbotni var væl skipað, og tey fingu hann niðuraftur, áðrenn skaði hendi. Men var hann áhaldsin, so at hann fór útav, hevði hann ikki borið boð í bý, tí tað eru fimm hæddir niður í vegin.

 

Fleiri fangaði tankaleysa mannin í myndatólinum, áðrenn hann fekst niðuravaftur, og her er ein mynd av honum, har hann situr á kantinum, við beinunum útav.