Hesin fiskurin skal geva mat til Afrika

Tilapia er fiskur, sum er lutfalsliga lættur at ala burðardygt. Hetta er fiskur við góðum føðsluevni, og fiskurin kann alast fyri ein prís, sum mong kunnu liva við. 

Fólkatalið sunnan fyri Sahara í Afrika fer væntandi at veksa úr einari miljard og upp í tvær miljardir í 2050.

 

Hesin vøkstur saman við øktari keypiorku fer væntandi at veksa um eftirspurningin eftir fiski úr 10 miljónum tonsum, sum tørvurin er í dag - og upp í 26-29 miljónir tons í 2050.

 

Sambært Kystmagasinet.no eru saltvatnsfiskasløgini í afrikanskum sjógvi longu merkt av ovfisking, og møguleikarnir at veksa um veiðina eru ógvuliga avmarkaðir. 

 

Aqua-Spark, sum er ein globalur íløgugrunnur við støð í Utrecht í Niðurlondum, sigur í einari frágreiðing, at loysnin hjá afrikanarum á matvørutrotinum er aling, serliga av fiskaslagnum, tilapia, sum verður aldur í eitt nú USA og Asia sum matfiskur.

 

Fleiri sløg eru av tilapia, harav flestu sløg liva í feskum vatni.

 

Aqua-Spark vísir á, at tilapia-slagið er lutfalsliga lætt at ala burðardygt. Hetta er ein fiskur við góðum føðsluevni, og fiskurin kann alast fyri ein prís, sum mong kunnu liva við. 

 

Sambært altjóða matvøru-og landbúnaðarstovninum FAO, sum Kystmagasinet.no endurgevur, vórðu 263.000 tons av tilapia ald sunnan fyri Sahara í 2019.