Hesin filmurin setti sølumet um vikuskiftið

Filmsrøðin ”Fast and Furious” hevur undanvind sum ongantíð. Áttandi filmurin í røðini, sum júst er frumsýndur kring heimin, setti nýtt sølumet fyri fyrsta vikuskiftið hjá einum biograffilmi.

”Fast and Furious – The Fate of the Furious” seldi atgongumerki fyri umleið 3,7 milliardir krónur, og tað hevur eingin filmur megnað áður, skrivar CNN. Metið frammanundan átti Star Wars filmurin ”The Force Awakens”, sum varð frumsýndur í 2015. Ein viðvirkandi orsøk til metið hjá ”Fast and Furious” er, at filmurin eisini varð frumsýndur í Kina, sum er blivið stórur biografmarknaður. ”The Force Awakens” var frumsýndur í Kina ein mánað eftir onnur lond. ”Fast and Furious” er bestseljandi filmsrøðin hjá Universal filmsfelagnum nakrantíð, og tey hava longu boðað frá, at filmur nummar 9 og 10 koma í ávikavist 2019 og 2021.