Hesin er nú blivin 60 ár

Sangarin í Twisted Sister kundi í gjár halda rundan føðingardag

Dee Snider er sangari í amerikanska rockbólkinum Twisted Sister, og í fjørsummar vitjaðu teir á Summar Festivalinum í Klaksvík.

Har imponeraði Dee Snider við einari sera lívligari framførslu. Hann var tann stóri profilurin á pallinum og rann runt sum ein unglingi. Mong mundu eisini verða ovfarin, tá ið Dee Snider lat seg úr troyggjuni og vísti ein væl trimmaðan yvirkropp.

Í gjár kundi Dee Snider halda 60 ára føðingardag – framvegis í toppformi og til reiðar til fleiri framførslur við Twisted Sister.