Morgan Wallen. Tað er neyvan kendasti countrysangarin her á okkara leiðum, men tað kann fara at broytast nakað næstu tíðina.
27 ára gamli Morgan Wallan er nevniliga aðru viku á rað ovast á Billboard album hitlistanum við útgávuni »Dangerous: The Double Album«. Hetta er fyrstu ferð í seks ár, at ein countryútgáva er ovast á hesum hitlista, har poppur, rockur og rapp plaga at ráða.
Morgan Wallen er úr Tennessee og er sonur ein baptistaprædikumann. Hann fekk sum unglingi frálæru í klaver- og fiólspæli. Hann fekk lestrarstyrk sum baseball-spælari á lærdum háskúla, men eftir at skaði noyddi hann at gevast við ítróttarleiki, fór hann í staðin at fáast við tónleiki. Morgan Wallen spælir countrytónleik av lættara slagnum – stundum nakað poppkendur – og hevur givið tvær plátur út.
Eitt av størstu hittunum hjá Wallen er sangurin »Whisky Glasses«, sum kann hoyrast og síggjast her:
##med2##