Hesin er bestur í NFL

Føroyskur NFL-viðmerkjari metir um kappingarárið, sum nú er komið væl áleiðis.

Kappingarárið í amerikanskum fótbólti er nú komið somikið væl áleiðis, at klárt er at spæla hálvfinalur í teimum báðum konferansunum, NFC og AFC – eisini kent sum divisional round.


Um vikuskiftið vórðu fýra lið varpað úr tí sokallaða wildcard-umfarinum, soleiðis at tað nú einans eru átta lið eftir – fýra í NFC og fýra í AFC – ið dystast um at koma við Super Bowl, sum í ár verður 3. februar í Atlanta.


Ein av føroyingunum, sum fylgir væl við í amerikanskum fótbólti, er Aksel Kambsskarð Berg. Hann heldur, at árið í ár hevur givið okkum boð um, at NFL hevur eina bjarta framtíð hvat viðvíkur spælaratilfeingi.


- Eitt, sum hevur sermerkt hetta kappingarárið, er at vit hava nógvar ungar quarterbacks, ið hava spælt sera væl, og NFL sær út til at hava eina bjarta framtíð. Patrick Mahomes, Jared Goff og Deshaun Watson eru millum teir bestu í NFL, og so hava fleiri rookies eisini spælt væl, serliga Baker Mayfield og Lamar Jackson, sigur Aksel.


Hann heldur, at tað serliga er eitt lið, ið hevur staðið seg óvæntað væl hetta kappingarárið.


- Eg haldi, at Patrick Mahomes og Kansas City Chiefs eru størsta yvirraskilsið. Man væntaði eitt ár við endurbygging av liðnum, men tvørturímóti hevur Mahomes verið besti leikarin í NFL í ár, og Chiefs líkist einum liði, ið kann liggja á toppinum í nógv ár. Eg haldi eisini, at tað var óvæntað, at Chicago Bears skuldi klára seg so væl, metir Aksel.


Í Sosialinum í dag er drúgv grein um NFL, har Aksel Kambsskarð Berg eisini metir um Super Bowl-favorittar og teir fýra dystirnar, sum verða um vikuskiftið: New Orleans Saints - Philadelphia Eagles, Los Angeles Rams - Dallas Cowboys, Kansas City Chiefs - Indianapolis Colts og New England Patriots - Los Angeles Chargers.